Home / Útbúgving / Johann Petersen og Eysturskúlin heiðrað

Johann Petersen og Eysturskúlin heiðrað

Novo Nordisk fonden hevur avgjørt at heiðra Johann Jansson Petersen og Eysturskúlan fyri teirra átak til frama fyri náttúruvísindaliga undirvísing. Tey hava stovnað eina “science og innovatións” rás, sum eisini kundi verið nevnt ein rás við denti á náttúsuvísindi og menning. Í grundgevingini fyri valinum var sagt, at tey hava megnað at skapa heilt serligan eldhuga fyri náttúruvísindum í hádeild, og vístu á, at 66% av næmingunum velja rásina.

Rásin sum Johan og tey á Eysturskúlanum hava ment er skipað við heimild frá BÚMR, har ein partur var at stytta skúladagin, og so at leggja náttúruvísindaligu lærugreinarnarnar lívfrøði, alis- & evnafrøði umframt landafrøði í eina rás, har tey arbeiða í evnum heldur enn í einstøku lærugreinunum. Summi evni eru heilt stutt, flestu vara einar 3 vikur, og nøkur eru munandi longri. Tvørfakligt samstarv er eisini við aðrar lærugreinar, millum annað málfak.

Í samband við handanina varð eisini gjørd ein samrøða við Johann Jansson Petersen. Har var m.a. spurt um hvussu tey rukku øllum málum í námsætlanunum. Her vísti Johan á at evnini kundu vera rættiliga víðfevnd, og nevndi eitt høvuðsevni sum “Menniskjan”, ið er eitt evni har sera nógvir viðkomandi undirbólkar eru. Tey savna seg um hetta evnið, og raðfylgjan av ymsu staklutunum verður tí ikki sum í vanligu undirvísingini, har tað kann verða spjatt yvir fleiri skúlaár.

Eisini varð komið inn á samstarvið við vinnuna, sum ger undirvísingina meira viðkomandi hjá næmingunum, tí tey hoyra bæði um fakligheit og starvsmøguleikar. Tey hava flutt fokus frá pensum yvir til næmingaperspektivið, við denti á hvussu einstaklingarnir kunnu taka seg fram. Tey hava fingið inspirasjón nógvastaðni frá, ikki minst frá starvsfeløgunum.

Novo Nordisk undirvísingarprísurin er býttur í 5 virðislønir. Ein fer til ein náttúru & tøkni lærara, ein fer til náttúrufakslærara (í ár til Johann Jansson Petersen), ein til náttúruvísindaligan miðnámsskúlalærara, ein til náttúruvísindaligan námsfrøðingaútbúgvingarlærara, og ein til náttúruvísindaliga læraraútbúgvingarlærara.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *