Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg
var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.
Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.
“Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal
styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar
hjá føroyska arbeiðstakaranum.”
Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, siga feløgini í felags almennum skrivi til løgtingslimir.
Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór
at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði
børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta
arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í
øllum samfelagnum.
Fakfeløgini spyrja
Fakfeløgini – Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag – spyrja løgtingslimir: Hvar bleiv meirilutin av? Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið? Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?
Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal
styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar
hjá føroyska arbeiðstakaranum.
Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór
at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði
børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta
arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í
øllum samfelagnum.
Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg
var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.
Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.
Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki
hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi
løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta
arbeiðsvikuna við lóg.






















