Hagstova Føroya fer nú undir stóra kanning, at vita, hvessu lívskorini hjá føroyskum húskjum er. Í kanningini verða 6.000 húski spurd. Hetta er størsta kanning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt, síðani Manntal.
“Hevur tú møguleika at eta heitan døgurða annanhvønn dag? Hevur tú ráð at gjalda eina óvæntaða útreiðslu? Og ber til hjá tær at luttaka regluliga í frítíðarvirksemi?”
Hetta eru nakrir av spurningunum í nýggju Lívskorakanningini, sum Hagstova Føroya er farin undir at gera fyri fyrstu ferð. Kanningin um lívskor verður afturvendandi og fer at geva hagtøl um, hvussu fólkið í Føroyum merkir gerandisdagin.
Kanningin lýsir lívskor í breiðum týdningi. Spurt verður um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnað og sosialar tørvir.
Ein av størstu kanningunum í Evropa
Kanningin er altjóða sambærlig og eitur European Union Statistics on Income and Living Conditions, stytt EU-SILC. Kanningin verður gjørd á hvørjum ári í flest øllum evropiskum londum og er mett at vera ein av størstu kanningunum í Evropa. Á føroyskum verður kanningin nevnd Lívskorakanningin. Hon ger tað møguligt at samanbera okkara lívskor við grannalondini og restina av Evropa.Sama kanning í okkara grannalondum vísir eitt nú, at 15% av øllum húskjum í Danmark og Noreg siga, at útreiðslurnar til bústaðin eru ein tung fíggjarlig byrða. Í Íslandi og Týsklandi eru tey eitt sindur færri, ávikavist 13% og 12%, og í Niðurlondum 7%.
Les meira um kanningina á heimasíðunni hjá Hagstovu Føroya













