Hóttanin frá amerikanska forsetanum um at seta eyka revsitoll á vørur úr ávísum evropeiskum londum møtir harðari mótstøðu frá ES. Eitt sokallað mót-tvingsul-tólk, eisini nevnd ein ‘bazooka’, hevur verið nevnt sum eitt møguligt aftursvar, um øktur revsitollur á evropeiskar vørur til USA gerst veruleiki.
Spurningurin er, hvat ES kann fáa burturúr, at nýta hesa ‘bazookuna’, og hvussu virkar hon?
Eitt av aftursvarunum er er steðga sølu av amerikanskum vørum til ES og at leggja toll ella útflutningsavmarkingar á evropeiskar vørur, sum USA hevur brúk fyri.
Tað kann t.d. snúgva seg um evropeiskt stál, sum amerikanski hernaðarídnaðurin brúkar í flogframleiðsluni.
Eitt annað stig kundi verið at avmarka keyp av amerikanskum statsobligatiónum. Hetta kann m.a. hava við sær, at rentan hækkar, og tað verður dýrari hjá amerikanarum at fáa lán í bankanum.
Eitt triðja stig kundi verið, at tikið avgerð um, at amerikanskar fyritøkur ikki sleppa at taka lut í almennum útboðum í ES. Í einum almennum útboði kunnu fyritøkur t.d. bjóða uppá eina uppgávu hjá tí almenna. Hetta kann raka stórar amerikanskar fyritøkur, eitt nú Microsoft.
ES kann nokta amerikanskum fyritøkum at nýta teirra patent (einarætt) í Evropa. Tað kann raka ávísar amerikanskar fyritøkur hart.
ES kann taka rættin frá amerikanskum fyritøkum at gera íløgur í limalondunum í ES.
Ole Ryborg, sum er ES-korrespondentur hjá DR, roknar ikki við, at ‘bazookan’ verður tikin í brúk í fyrstu atløgu. ES roynir fyrst og fremst at vísa, at limalondini standa saman. Samstundis gera londini greitt, at tað kann fáa avleiðingar, um hetta heldur fram – t.d. við at vísa á ‘bazookuna’.
ES gjørdi ‘bazookuna’ fyri nøkrum árum síðan fyri at ræða lond, sum royna at leggja trýst á einstøku limalondini í ES. Tá hon varð gjørd varð hon serliga ætla Kina.
Kelda: DR.DK












One Comment
Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipisicing elit. Minima incidunt voluptates nemo, dolor optio quia architecto quis delectus perspiciatis. Nobis atque id hic neque possimus voluptatum voluptatibus tenetur, perspiciatis consequuntur.