Home / Umhvørvi / Føroyskur orkupolitikkur í spenninum millum grøna orku og fossila vón

Føroyskur orkupolitikkur í spenninum millum grøna orku og fossila vón

Valevni úr øllum flokkum vilja flyta Føroyar fram í grøna orkuskiftinum. Men samstundis er eisini breið undirtøka fyri at leita eftir olju.

Á valfundi, sum Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag (FNU) skipaði fyri um náttúru og orku, fingu valevni úr øllum flokkum høvi at greiða frá, hvørja leið Føroyar eiga at velja í orkuspurninginum. Orðaskiftið vísti breiða semju um at fremja grøna orkuskiftið – men eisini eina stóra semju um at halda fram við at kanna møguleikar fyri føroyskari oljuvinnu.

Til spurningin um hvørjar ætlanir flokkarnir hava við orkuskiftinum, vóru svarini í stóran mun einsljóðandi: Føroyar skulu flyta seg fram í grøna orkuskiftinum.

Anna Margretha Otthamar úr Miðflokkinum legði dent á, at “menniskjan skal setast fyrst, og náttúran í aðru røð”. Sambært henni eigur orkuskiftið at gerast við skili, og fleiri orkukeldur eiga at verða kannaðar, eitt nú vindorka, vatnorka og eisini kjarnorka. Samstundis helt hon, at nógv orka í dag fer til spillis, og at arbeiðið við orkuskiftinum tí má fáast skjótari fram.

Gunnvá Winther úr Framsókn helt, at tað eigur at vera lokkandi at velja grøna orku. Hon sá fyri sær útbygging við bæði vindorku, vatnorku og møguliga kjarnorku, og samstundis at umsitingin eigur at gerast smidligari, so verkætlanir kunnu fremjast skjótari.

Magnus Gaard úr Tjóðveldi hevði eina øðrvísi tilgongd. Sambært honum kunnu menniskja og náttúra ikki skiljast sundur. Hann legði dent á, at náttúran hevur eitt virði í sjálvum sær, og at tað eigur eisini at síggjast aftur í politiskum avgerðum. Hann vísti á loyvisgongdirnar í sambandi við nýggja orkuframleiðslu, og undraðist serliga á, at tað yvirhøvur kundi koma uppá tal at staðseta eina vindmyllulund við Gróthúsvatn. Sambært honum eru støð, har slíkar lundir kunnu setast – og støð, har tær avgjørt ikki eiga at setast.

Sylvia Thomsen úr Sjálvstýri legði dent á samstarv. Sambært henni hava partarnir á orkuøkinum, SEV, vinnan, myndugleikar og umhvørvisfelagsskapir, higartil í stóran mun arbeitt hvør sær. Ein felags arbeiðskarmur hevði kunnað gjørt tilgongdina bæði skjótari og meira effektiva.

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum legði dent á, at orkuskiftið eigur at gerast so ódýrt sum gjørligt og samstundis fáa øll við. Hon vísti á, at umleið ein triðingur av føroysku húsarhaldunum longu hevur skift til grønar orkukeldur. Málið um netto null útlát í 2050 eigur framvegis at vera eitt leiðandi politiskt mál.

Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum legði dent á, at nógv av orðaskiftinum um orkuskiftið hevur verið merkt av negativum hugburði. Men sambært honum er eftirspurningurin eftir grønari orku til staðar, serliga í vinnuni. Hann vísti á, at vinnuframleiðslan stendur fyri størsta partinum av føroyska útlátinum, og tí eru broytingar í vinnuni avgerandi.Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum legði dent á framleiðsluna av orku. Sambært honum hevur nógv av arbeiðinum higartil verið fokuserað á brúkararnar, serliga húsarhaldini, meðan framleiðslan hevur fingið minni ans. Hann vildi fegin síggja eina open-door skipan aftur, sum áður hevði gjørt tað lættari at fáa vindorkuverkætlanir fram.

Náttúruvernd og stórar verkætlanir

Seinni partur av kjakinum snúði seg um náttúruvernd, serliga í samband við stórar verkætlanir, og her bleiv Suðuroyartunnilin eitt av høvuðsevnunum.

Kristianna Winther Poulsen segði, at politiska skipanin enn bara hevur samtykt at kanna kostnaðin av verkætlanini. Hon vísti á, at verkætlanin skal fara ígjøgnum eina umhvørvisárinsmeting, men helt samstundis, at tað ikki er realistiskt at kanna fleiri linjuføringar.

Magnus Gaard helt, at verkætlanini í verandi líki verður framd móti betri vitandi, og hann var ímóti verandi ætlan.

Fróði Magnussen undraðist á, at Føroyar ikki fyri langt síðani hava gjørt eina yvirskipaða ætlan um, hvar í landinum skal byggjast og hvussu lendið skal nýtast. Hann vísti á, at stórar útbyggingar longu hava broytt føroyska landslagið, eitt nú brimgarðarnir í Havn, sum forða fyri uppgangi langt niðan í býin.

Sylvia Thomsen helt, at tunnilin er neyðugur, men vísti eisini á, at projekteringin er sera dýr, fleiri hundrað milliónir krónur, og tí er tað dýrt um arbeiðið verður steðgað í loyvistilgongdini, t.d. yvirfriðingarnevndini, og farast skal ígjøgnum eina nýggja projektering. Hon helt eisini, at ein tunnil møguliga kundi minkað um útlátið frá ferðsluni millum oyggjarnar. Í sama orðaskifti varð eisini nevnt, at endurskapan av vátlendi kann vera ein háttur at binda CO₂ og samstundis styrkja lívfrøðiliga fjølbroytnið.

Oljuavgjald á fiskiflotan og burðardygg bygging

Tá áhoyrarar fingu høvi at seta spurningar, varð spurningurin reistur, um Føroyar eiga at áseta eitt oljuavgjald á fiskiflotan fyri at minka um orkunýtsluna.

Flestu valevnini vóru ímóti hesum. Helgi Abrahamsen og Fróði Magnussen hildu, at loysnin heldur er at endurnýggja flotan og menna nýggja tøkni. Sylvia Thomsen vísti á møguleikan at geva møguleika fyri landstreymi í fleiri havnum.

Magnus Gaard var tann einasti, sum var opin fyri einari slíkari avgjøldsskipan, sum ein eggjan til tøkniliga menning, men hann legði samstundis dent á gransking og nýskapan sum eitt helst betri alternativ.Ein annar spurningur snúði seg um bústaðarneyð og burðardygga bygging. Her vóru fleiri ymisk sjónarmið: betri nýtsla av verandi bústøðum, smærri íbúðareindir, býartætting og nýtsla av øðrum byggitilfari enn betongi.

Lendisætlan og oljuleiting

Tá spurt varð um eina samlaða lendisætlan fyri Føroyar, vóru valevnini nærum púra samd. Ein slík ætlan eigur at gerast skjótast gjørligt – helst í komandi tingsetu.

Men spurningurin, sum fleiri kallaðu “elefantin í rúminum”, var spurningurin um oljuleiting.

Her svaraðu øll valevnini ja til, at Føroyar eiga at halda fram við at kanna møguleikan fyri at leita eftir olju. Nøkur vóru meira varin, men mótstøðan var lítil. Orðaskiftið vísti sostatt eitt serstakt spenni í føroyskum politikki: breið semja um grøna orkuskiftið – og samstundis breiða undirtøka fyri møguleikanum at finna nýggja olju.

Politiskir munirnir smærri enn væntað

Um hugt verður eftir orðaskiftinum við politiskum brillum, kundi ein kanska væntað greiðan mun millum borgarligar, miðsøkjandi og sosialar flokkar. Men munirnir vóru minni enn væntað.

Borgarligu flokkarnir: framleiðsla og praktiskar loysnir

Valevnini frá borgarligu flokkunum – Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn – løgdu serliga dent á praktiskar loysnir og á framleiðsluna av orku.

Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum vísti á, at nógv av føroyska útlátinum stavar frá vinnuni, og tí liggur størsti møguleikin fyri broyting eisini har. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevði eina líknandi tilgongd og helt, at politiska arbeiðið higartil hevur verið ov nógv fokuserað á brúkararnar, meðan framleiðslan hevur fingið minni ans.

Gunnvá Winther úr Framsókn legði dent á, at umsitingin eigur at gerast smidligari, so verkætlanir kunnu fremjast skjótari. Í hesum bólkinum var eisini opinleiki fyri fleiri ymiskum orkukeldum, eitt nú kjarnorku á longri sikt.

Samlað kann sigast, at borgarligu flokkarnir í hesum orðaskifti løgdu størstan dent á orkuframleiðslu, effektivitet og á at fáa forðingar burtur úr skipanini.

Miðsøkjandi flokkarnir: avvigan og samstarv

Valevnini frá Sjálvstýri og Miðflokkinum løgdu í størri mun dent á avvigan og samstarv.

Anna Margretha Otthamar úr Miðflokkinum helt at menniskjan eigur at setast fyrst, og at náttúruvernd má avvigast í mun til aðrar samfelagsligar tørvir. Samstundis var hon opin fyri fleiri ymiskum orkukeldum.

Sylvia Thomsen úr Sjálvstýri legði serliga dent á samstarv millum partarnar á orkuøkinum. Sambært henni hevur nógv arbeiði higartil verið merkt av, at ymsu partarnir arbeiða hvør sær, heldur enn saman.

Hjá hesum flokkunum var tí ein greiður dentur á samstarv, pragmatiska avvigan og leiting eftir praktiskum loysnum.

Sosialu flokkarnir: náttúran sum virði

Valevnini frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum løgdu størri dent á náttúruna og á samfelagsligar raðfestingar.

Magnus Gaard úr Tjóðveldi hevði eina greiða hugsjónarliga tilgongd, við støði í, at menniskjan og náttúran eru eitt. Hann legði dent á, at náttúran hevur eitt virði í sær sjálvari og at hetta eigur at síggjast aftur í politiskum avgerðum.

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum legði dent á, at orkuskiftið eigur at gerast so bíligt sum gjørligt fyri privata brúkaran, og vísti samstundis á týdningin at fáa øll við. Hon legði eisini dent á myndugleikarolluna hjá Umhvørvisstovuni og á politisk mál sum netto-null útlát í 2050.

Samlað kann sigast, at sosialu flokkarnir løgdu størri dent á náttúruna, felagsskapin og langsiktaðan umhvørvispolitikk.

Samstundis breið semja

Men hóast hesi mynstur, vóru eisini nógv øki, har valevnini vóru nærum púra samd.

Øll vóru samd um, at Føroyar skulu fremja grøna orkuskiftið. Næstan øll vóru samd um, at umsiting og loyvisgongdir gera arbeiðið ov tungt. Og øll vóru samd um, at landið manglar eina samlaða lendisætlan.

Og tá spurningurin um oljuleiting varð reistur, var eisini breið semja um at halda møguleikan opnan.Tí vísti orðaskiftið kanska fyrst og fremst, at føroyskur orkupolitikkur í løtuni er merktur av semju, og grundleggjandi spurningar verða ikki viðgjørdir í serliga stóran mun.

Orkuspurningurin fylgir ikki høgra–vinstra ásinum

Eitt áhugavert mynstur í orðaskiftinum var, at klassiska politiska skipanin – borgarligir flokkar móti sosialum flokkum – ikki tykist vera avgerandi fyri sjónarmiðini í orku- og umhvørvispolitikki.

Í nógvum londum er orkudebatturin ofta skipaður eftir einum greiðum høgra–vinstra ási: borgarligir flokkar leggja dent á búskap og vinnu, meðan sosialir og grønir flokkar leggja størri dent á náttúruvernd og veðurlagspolitikk.

Á fundinum tyktist henda skipanin ikki at vera so greið.

Fleiri borgarlig valevni løgdu dent á tørvin á at byggja út varandi orku og á, at føroyska vinnan sjálv hevur stóran áhuga í grønari orku. Samstundis vóru valevni frá sosialum flokkum eisini upptikin av at fáa orkuskiftið fram á ein hátt, sum er búskaparliga haldførur og sum fær øll við.

Munir vóru sjálvandi til staðar, serliga í hugburðinum til náttúruna sum virði í sær sjálvari. Valevnið frá Tjóðveldi legði til dømis størri dent á náttúruna sum eitt virði, sum ikki kann mátast einans í búskaparligum virði. Men í nógvum av teimum praktisku spurningunum – so sum útbygging av varandi orku, einfaldari loyvisgongdum og tørvin á einari lendisætlan – vóru sjónarmiðini rættiliga lík.

Tað mest óvæntaða var kanska, at eitt mál, sum í altjóða politikki ofta er sterkt ideologiskt – spurningurin um fossilar orkukeldur – í Føroyum tyktist at fáa breiða undirtøku tvørtur um flokkar. Næstan øll valevnini vóru opin fyri, at Føroyar framvegis eiga at kanna møguleikan fyri at leita eftir olju.

Hetta bendir á, at føroyskur orkupolitikkur í minni mun er skipaður eftir ideologiskum linjum og í størri mun eftir praktiskum og samfelagsligum atlitum: orkutrygd, búskaparligum møguleikum og tørvinum á stabilari orkuveiting.

Ein onnur frágreiðing kann vera, at Føroyar sum lítið oyggjasamfelag standa við øðrum avbjóðingum enn nógv størri lond. Her er orkuveitingin beinleiðis tengd at bæði samferðslu, vinnu og búskapi. Tí verður kjakið kanska minni ideologiskt og meira pragmatiskt.

Tað merkir tó ikki, at grundleggjandi politiskir spurningar eru horvnir. Tvørturímóti tykist føroyska orkukjakið at standa í einum spenni millum fleiri ymisk atlit: náttúruvernd, búskaparliga menning, orkutrygd og veðurlagspolitikk.Og júst hetta spenni kann vera ein av orsøkunum til, at nógv valevni bæði vilja fremja grøna orkuskiftið, og halda møguleikan opnan fyri nýggjari oljuleiting og boring.

Ein politisk andsøgn

Tá orðaskiftið verður lagt saman, sæst eitt sermerkt mynstur í føroyskum politikki. Valevnini eru í stóran mun samd um, at Føroyar skulu fremja grøna orkuskiftið. Tey eru samd um, at loyvisgongdir og umsiting ofta gera tað ov torført at byggja út varandi orku. Og tey eru samd um, at landið manglar eina yvirskipaða lendisætlan.

Men á sama fundi var eisini so at siga full semja um, at Føroyar eiga at halda fram við at leita eftir olju. Onki valevni var ímóti.

Sostatt stendur føroyskur orkupolitikkur í einari serligari tvístøðu: vit vilja bæði vera ein partur av grøna orkuskiftinum – og samstundis halda fast í vónini um nýggja olju. Tað kann vera ein politiskt hent støða, men hon er stuttskygd. Fyrr ella seinni verður neyðugt at velja, hvørja leið Føroyar veruliga vilja ganga.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *