Home / Tónleikur / Úr Reykjavík til Fámjins

Úr Reykjavík til Fámjins

Føroyski flaggdagurin varð hildin við hátíðarhaldi í Norrøna húsinum í Reykjavík tann 24. apríl, har nógv fólk vóru komin saman til eina heiðursløtu við røðu, sangi og føroyskum mati. Føroyska sendistovan skipaði fyri.

Flaggdagsrøðuna helt nýútnevndi løgtingsformaðurin Johan Dahl. Í røðuni tók hann áhoyrarnar við úr Reykjavík til barndómsbygdina Fámjin, har Merkið hevur eina heilt serliga støðu, bæði í kirkjuni og í søgunum, sum eru knýttar at einstøku húsunum í bygdini.

Tórshavnar Manskór setti sín serstaka dám á tiltakið við kórframførslu, har allir vóru í føroyskum klæðum. At enda vórðu øll boðin til eina stórbæra buffét við føroyskum mati, sum føroyska Marenza Poulsen fyriskipaði.

Norðurlandahúsið var á fullsett, og tiltakið bar brá av bæði hátíð og felagsskapi, og minti á hvussu tætt sambandið er millum báðar brøðratjóðirnar.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *