Home / Umhvørvi / ES vil burtur frá olju – men í Føroyum vilja valevni byrja at bora

ES vil burtur frá olju – men í Føroyum vilja valevni byrja at bora

Í einari greining á DR.dk 12. mars skrivar EU- og NATO-korrespondenturin Ole Ryborg, at amerikanska álopið á Iran hevur havt eina óvæntaða ávirkan: Evropa er raknað við og hevur ásannað, hvussu viðbrekin støðan er, tá samfeløg eru bundin at innfluttari olju og gassi.

Ikki fyrst og fremst av umhvørvisorsøkum, men av búskaparligum og geopolitiskum orsøkum.

Tá ES-londini keypa fossilt brennievni fyri umleið 2.800 milliardir krónur um árið, merkir hvør geopolitisk spenningur beinleiðis hægri orkuprísir fyri bæði borgarar og vinnu. Álopini í Miðeystri vístu enn eina ferð, hvussu skjótt prísirnir kunnu broytast.

Í staðin fyri at steðga grønu umleggingini hevur kríggið tí gjørt tað enn greiðari fyri ES-leiðsluna, at loysnin er at gerast minni bundin av fossilum brennievnum. Boðskapurin frá bæði politikarum og stórum evropeiskum vinnufyritøkum er tí, at ferð má setast á orkuskiftið – ikki bremsast.

Bert tveir dagar seinni upplivdu vit á einum valfundi hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag eitt heilt annað sjónarmið. Valevni úr øllum flokkum tóku undir við, at Føroyar aftur skulu leggja upp til at leita eftir og møguliga vinna olju á føroyskum øki.

Hetta vóru valevni, sum flokkarnir sjálvir høvdu valt at umboða teir á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Grundgevingin var, at heimurin framvegis fer at brúka olju í nógv ár framyvir. Tí fara Føroyar eisini at innflyta olju – og tá kunnu vit eins væl framleiða hana sjálvi.

Men henda hugsan tykist vera í greiðari andsøgn við ta støðu, sum nú ger seg galdandi í Evropa. Greiningin hjá Ole Ryborg vísir nevniliga á, hvussu veik støðan verður, tá orkuframleiðslan er bundin at fossilum brennievnum, sum eru tengd at einum óstøðugum geopolitiskum marknaði.

Boðskapurin er greiður: so leingi samfeløg eru bundin at olju og gassi, eru tey eisini bundin at teimum geopolitisku kreftunum, sum stýra hesum marknaði.

Tí hevur kríggið í Miðeystri styrkt argumentini fyri at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum og halda fram við grønu orkuskiftinum í Evropa.

Tað er í hesum spenni – millum altjóða ótryggleika og tørvin á at gerast minni bundin av olju og gassi – at ein møgulig føroysk oljuvinna nú verður sett á breddan.

Greiningin hjá Ole Ryborg kann lesast á hesum leinki!

Sí eisini frágreiðing frá aðalfundinum hjá FNU, har øll valevnini søgdu ja til føroyska oljuboring.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *