Home / Umhvørvi / Orkuskiftið krevur bæði samstarv og tryggan mátt

Orkuskiftið krevur bæði samstarv og tryggan mátt

“Hvussu fáa vit umhvørvið við?” – Tað var spurningurin, sum Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, setti í síni framløgu um orkuskiftið. Sambært honum hevur nógv verið tosað um orkuskiftið í Føroyum. Fundir og orðaskifti hava verið mong, men nú er tørvur á, at arbeiðið eisini flytur seg frá orðunum til veruliga handling.

Hann segði seg í hesum sambandi dáma væl uppleggið hjá Súsannu Berg frá Vinnuhúsinum, sum legði dent á eitt skjótt og vælskipað orkuskifti. Samstundis vísti hann á, at samstarvið millum partarnar á orkuøkinum ofta hevur verið ov lítið. Skal arbeiðið flyta seg fram, er neyðugt at virða fortreytirnar hjá hvørjum øðrum og samskifta betri.

Sambært honum eru nógv ymisk sjónarmið um SEV og orkuskipanina í Føroyum. Men hann helt eisini, at ein partur av forðingunum møguliga liggur í okkara egnu hugsanum. Í staðin fyri at síggja forðingar eigur arbeiðið at taka støði í møguleikum. Sum hann orðaði tað: “Har vilji er, er eisini ein vegur.”

Ein grundtanki í framløguni var, at orkuskipanin fyrst og fremst má verja brúkaran. Tað má ikki gerast soleiðis, at skipanin verður lagað til nøkur fá, meðan tey mongu gjalda kostnaðin.

Hann legði eisini dent á, at orkuframleiðslan í Føroyum longu í dag í stóran mun virkar í einari kapping. Samstundis helt hann fast við, at elskipanin eigur at byggja á eina felags skipan, har øll framleiðsla fer inn í ein felags “pott”. Endamálið er at tryggja eina stabila elveiting og samstundis verja brúkaran.

Samstundis vísti hann á, at elveitingarlógin er ein regulerandi lóg, sum setur karmar um orkumarknaðin. Men hann spurdi eisini, um skipanin í nóg stóran mun letur nýggj uppskot koma fram. Til dømis kundi eftirlitið í størri mun fingið ítøkilig uppskot at taka støðu til, í staðin fyri at nógv arbeiði steðgar í skipanini.

Hann nevndi eisini ítøkilig dømi um verkætlanir, sum hava møtt trupulleikum á leiðini. Verkætlanin í Klivarløkshaga er seinkað, og slíkar seinkingar hava beinleiðis avleiðingar fyri elprísin. Um nýggj varandi orka ikki verður bygd út til tíðina, má framleiðslan í staðin byggja á olju – og tað er ein dýrari loysn.

Eitt annað dømi var samskifti millum partarnar, tá talan er um orkukrevjandi verkætlanir hjá vinnuni. Hákun Djurhuus vísti á tørvin at SEV fær kunning um verkætlanina frammanundan. Við betri samskifti frá byrjan kann nógv tíð verða spard – kanska upp móti einum ári í viðgerðum og kærumálum.

Hákun Djurhuus ynskti opnar dialog og greiðari arbeiðsbýti. Politikarar mugu taka tær politisku avgerðirnar, meðan umsitingin síðani skal umsita skipanina. Samstundis mugu partarnir samskifta betri, so arbeiðið kann ganga skjótari, eins og politikarar mugu megna at standa ímóti trýsti frá áhugapørtum, soleiðis at málini ikki verða skeiklað, men fara rætt ígjøgnum skipanina.

Men sjálvt í einum orkuskifti, har nøgdin av vind- og sólorku veksur, stendur ein grundleggjandi spurningur eftir: Hvat skal tryggja orkuna, tá vindurin ikki blæsur og sólin ikki skínur? Tað er spurningurin um tryggan mátt – og hann er ein av teimum mest avgerandi spurningunum í føroyska orkuskiftinum.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *