Home / Umhvørvi / Vinnan er jalig mótvegis orkuskiftinum – og brúkar størsta partin av orkuni

Vinnan er jalig mótvegis orkuskiftinum – og brúkar størsta partin av orkuni

Á framløgu um orkuskiftið, hildin á ársaðalfundinum 2026 hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, legði Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd hjá Vinnuhúsinum, dent á, at føroyska vinnan í stóran mun er jalig mótvegis grønu orkuskiftinum. Samstundis er tað eisini vinnan, sum stendur fyri størsta partinum av orkunýtsluni í Føroyum. Skal orkuskiftið eydnast, má vinnan tí hava ein týðandi leiklut í umleggingini.

Framløgan hevði heitið “Eitt skjótt, effektivt og vælskipað orkuskifti”, og har vísti hon á, at nógv mál og ætlanir longu eru sett á orkuøkinum. Men tað er ikki nóg mikið við málum – framgongd krevur eisini, at skipanirnar gera tað møguligt at fremja verkætlanirnar í verki.

Higartil hevur nógv av fokusinum verið á at fáa húsarhald at leggja um til grønar loysnir, til dømis elbilar og jarðhita. Sambært Súsannu Berg er tað tó minst líka týdningarmikið at hyggja at sjálvari orkuframleiðsluni og teimum karmum, sum gera tað møguligt at byggja nýggja varandi orku út.

Tað er bygt nógv út innan varandi orku í Føroyum, men samstundis er orkunýtslan vaksin so nógv, at ein stórur partur av útbyggingini er “etin upp” av øktari nýtslu. So hóast økta framleiðslu av varðandi orku, so hevur prosentparturin av varandi orkukeldum í mun til samlaðu framleiðsluni staðið í stað. So er spurningurin, um tað er nøktandi, at Føroyar í dag framleiða umleið 51 prosent av orkuni úr varandi orkukeldum.

Hon vísti eisini á, at føroyska orkuframleiðslan hevur nógv hægri CO₂-útlát enn í grannalondunum. Í Føroyum lá útlátið henda ávísa dagin (14. mars 2026) á 488 g CO₂ per kWh, meðan tað í Noregi og Íslandi var um 28 g/kWh, í Svøríki 29 g/kWh, og í Danmark og Bretlandi ávikavist 106 og 171 g/kWh. Hetta hevur týdning fyri kappingarførið hjá føroysku vøruframleiðsluni, tí framleiðsla, sum er tengd at høgum útláti, kann gerast minni kappingarfør á altjóða marknaði.

Súsanna Berg vísti eisini á, at tað í Føroyum í dag er trupult at fremja nýggjar orkuframleiðsluætlanir. Ein orsøk er, at góðkenningartilgongdin er bæði long og stirvin. Sambært verandi skipan verður fyrst ein staðseting vald, síðan verða vindmátingar og umhvørvisárinsmetingar gjørdar, og eftir tað fer verkætlanin í alment útboð. Men sjálvt eftir útboðið skulu fleiri góðkenningar fáast, millum annað avtala um lendi, byggiloyvi, byggisamtykt, góðkenning frá friðingarmyndugleikum og umhvørvisgóðkenning.

Sambært henni hevði tað verið skilagott, um fleiri av hesum stigunum vórðu avgreidd áðrenn útboðið, so arbeiðið kundi ganga skjótari. Hon undraðist eisini á, hví kanningar ikki verða gjørdar á fleiri støðum samstundis, soleiðis at arbeiðið kann fara fram á fleiri mótum.

Hon vísti á, at verandi útboðsháttur byggir á eina frágreiðing frá 2017, men at tørvur nú er á meira smidligum arbeiðshátti og greiðari lendisætlanum.Samanumtikið legði Súsanna Berg dent á, at tað fyrst og fremst er vinnan, sum brúkar nógvu orkuna í Føroyum. Skal orkuskiftið eydnast, krevst ein greið og vælskipað loyvistilgongd, ein útboðsháttur sum riggar í verki, og eitt tætt samstarv millum allar partar, so arbeiðið kann flyta seg skjótari fram.

Sign Up For Daily Newsletter

Stay updated with our weekly newsletter. Subscribe now to never miss an update!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *