Sirið Steenberg landsstýriskvinna við umhvørvismálum legði 9. desember lógaruppskot fyri løgtingið um at áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar.
Við lógini verða bindandi veðurlagsmál sett fyri Føroyar, so at vit kunnu viðvirka til at:
- tálma alheims hitaøkingini vegna útlát av vakstrarhúsgassi
- tálma negativu avleiðingunum fyri lívfrøðiligt margfeldi og vistskipanir á landi og sjógvi
- betra um møguleikarnar hjá fólki og samfeløgum, umframt djóralívi og plantulívi at standa ímóti og laga seg til veðurlagsbroytingar, og
- tryggja okkum og komandi ættarliðum javnbjóðis kor at liva og virka undir, bæði á landi og sjógvi.
Veðurlagsmál Føroya skulu stigvíst flyta Føroyar yvir í ein reinorkubúskap, so at øll framleiðsla og alt virksemi verður loyst frá olju og steinrunnum úrdráttum, ið hava við sær útlát av vakstrarhúsgassi.
Lógaruppskoti fyriskrivar, at útláti av vakstrarhúsgassi frá virksemi undur føroyskum løgdømi á landi og sjógvi skal vera null í 2025.
Miðað verður ímóti at tíðarfestar virksemisætlanir verða lagdar við ítøkiligum ætlanum um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu 10 árini gjørdar fimta hvørt ár.
Útlátið av vakstrarhúsgassi skal roknast í mun til útlátið, sum tað var í 2010.
Landsstýrisfólkið hevur ábyrgdina av at skipa arbeiðið at røkka bindandi veðurlagsmálum, og landsstýrisfólkið ráðførir seg við týðandi áhugapartar, hvørja ferð ein virkisætlan verður dagførd.
Skipað verður eitt óheft veðurlagsráð við serfrøðingum, sum skal:
- gera tilmæli til landsstýrisfólkið um val og vavi avátøkum, sum vera mett neyðug og hóskandi fyri at røkka bindandi veðurlagsmáli Føroya,
- varskógva landsstýrið, tá mett verður, at átøk ikki hóska ella røkka, eitt nú tí at fortreytir, tøkni ella aðrar umstøður í samfelagnum ella í umheiminum eru munandi broyttar, og
- luttaka í almennum kjaki og varpa ljós á veðurlagsbroytingar.
Í veðurlagsráðnum sita minst trý og í mesta lagi fimm umboð við hollum førleikum innan veðurlagsøkið. Landsstýrisfólkið velur umboðini fyri fýra ár í senn eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Veðurlagsráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan, sum landsstýrisfólkið góðkennir. Umhvørvisstovan veitir veðurlagsráðnum skrivstovuhald.













